Fakfeløg: Avgjøldini skulu lækka ella takast av

Fakfeløg: Avgjøldini skulu lækka ella takast av
Oljuprísurin rakar vanliga føroyingin sera meint, siga feløgini. Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at kanna málið
Fakfeløg heita nú á politisku skipanina um at lækka avgjøldini á olju og oljuúrdráttum, ella at taka tey av.
 
11.03.2022 - 15:07

Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Føroya Handverkarafelag Landsfelag Handverkaranna og Føroya Fiskimannafelag hava sent áheitan á Landsstýrið og allar flokkar á tingi um beinanvegin at lækka ella taka øll almenn gjøld á olju og oljuúrdráttum av.

Tey skriva millum annað, at vit seinastu dagarnar hava sæð, hvussu prísurin á olju og bensini støðugt er hækkaður við einari ferð, sum vit neyvan áður hava sæð.

 

Rakar meint

Hesin prísvøkstur rakar vanliga føroyingin sera meint, og tá ið stórur partur av tí, sum vit gjalda fyri oljuna og bensinið eru gjøld, sum Løgtingið hevur álagt, so hevur politiski myndugleikin amboðið til beinanvegin at veita hart trongdu føroysku familjunum eina hjálpandi hond, við, í hvussu so er fyribils, at taka av ella lækka almennu gjøldini á olju og oljuútdráttum, siga feløgini.

Sum er, hevur landið álagt eitt avgjald á 2,40 kr. fyri hvønn seldan litur av bensini, 1,30 kr. í avgjaldi fyri hvønn seldan litur av diesel, og 80 oyru fyri liturin á gassolju til húsarhald. 

 

Kannar málið

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur møguleika at broyta oljugjaldið, sigur, at hann ikki enn hevur fingið áheitanina. Hann sigur tó, at hann heldur, at tað er ov tíðliga at gera nakað við málið enn. Hann ætlar tó at kanna tað nærri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303