Nýggja forkvinnan: Tørvur er á skaðanevnd

Nýggja forkvinnan: Tørvur er á skaðanevnd
Jónhild Rasmussen er nýggj forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Jónhild Rasmussen er nýggj forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hon avloysir Kára Thorsteinsson, sum hevur verið formaður í 15 ár.
 
22.03.2022 - 14:01

Eftir 15 ár í formanssessinum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd fer Kári Thorsteinsson frá og hevur fingið ein avloysara. Talan er um Jónhild Rasmussen, ið starvast sum kundastjóri í Betri Trygging, sum nú fer at standa á odda fyri Ráðnum. 

Jónhild Rasmussen hevur sitið í nevndini í fýra ár, harav seinastu trý árini sum næstforkvinna.

Av ítøkiligum málum, sum hon ætlar at arbeiða við, nevnir nýggja forkvinnan stóra tørvin á eini skaðanevnd.

- Okkum manglar hagtøl yvir vanlukkur. Ein skaðanevnd hevði givið okkum vitan um, nær og hví vanlukkurnar henda, umframt betri hagtøl sum heild. So tað er avgjørt nakað, vit arbeiða fram ímóti, sigur Jónhild Rasmussen, nýggj forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373