TAKS fann 251 milliónir óuppgivnar krónur

TAKS fann 251 milliónir óuppgivnar krónur
Landskassin fær 59 milliónur krónur meira í skatti, nú TAKS hevur funnið nógvar inntøkur, ið ikki vóru givnar upp í skatti í fjør
Ein kvart milliard var ikki givin upp til skatt, vísa kanningar hjá TAKS
 
24.03.2022 - 08:14

TAKS fann 251 mió. kr., sum ikki vóru givnar upp í skatti í fjør.

Og landskassin fær 59 milliónur krónur meira í skatti.

Í 2021 var serliga talan um stórar rættingar hjá stórum feløgum. 

 

Hækkingar og rættingar

Hækkingar í skattskyldugari inntøku hjá feløgum vóru gjørdar fyri 154 milliónur, og fólk við 15 milliónum.

Í skattskyldugari kapitalvinningsinntøku vórðu feløg og fólk hækkað 66 milliónum krónum.

Rættingar í meirvirðisgjaldi og tolli vóru gjørdar fyri sjey milliónir krónur.

Afturat koma so rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491