Fíggjarnevndin vil játta meira til Fámjinstunnilin

Fíggjarnevndin vil játta meira til Fámjinstunnilin
Tunnilin verður 38 mió. kr. dýrari enn mett
Fámjinstunnilin verður eftir ætlan liðugur í 2024.
 
30.03.2022 - 10:06

Øll fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum frá landsstýrinum um at hækka játtanina til Fámjinstunnilin 38 milliónir kr.

Løgtingið samtykti upprunaliga at játta 169 milliónir til verkætlanina, men nú verður mett, at hon fer at kosta 207 milliónir kr.

Landsverk sigur, at tey høvdu væntað, at tilboðini fóru at vera lægri, enn tey vóru. Haraftrat kemur serligi váðin í jarðfrøðiligu viðurskiftunum, har tunnilin skal borast, og útlitini fyri hækkandi prísum, sum eru orsøkin til, at neyðugt er at hækka upphæddina í verklagslógini.

Klárt er at fara undir Fámjinstunnilin, og gongst um ætlað, verður nýggja farleiðin liðug á sumri í 2024.

Uppskotið kemur til aðru viðgerð í løgtinginum í morgin, og tá verður eisini atkvøtt í málinum. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Kappróður: Eystanstevna í Runavík
209673
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587