Spyr ríkisumboðið um politiið í Føroyum

Spyr ríkisumboðið um politiið í Føroyum
Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, spyr, um politiið verður sjónligari í lokalumhvørvinum
Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, hevur fingið ein skrivligan fyrispurning um politiið í Føroyum, men hon ger sjálv av, um hon svarar spurninginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.04.2022 - 08:43

Ríkisumboðið, Lene Moyell Johansen, hevur fingið ein skrivligan spurning úr løgtinginum.

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, spyr um virksemið hjá politinum í Føroyum.

Hann sigur, at tá rættargangslógin kom í gildi 1.januar í fjør, broyttust nógv viðurskifti hjá politinum.

Áður høvdu løgtingsfólk innlit í arbeiðið hjá politinum, tí løgtingið hevði eina lokalnevnd. Løgtingið hevði eisini eftirlit við varðhaldsfangum.

Báðar nevndirnar vóru tiknar av, tá nýggja rættargangslógin kom.

 

Nýtt økisráð

Men lógin sigur, at eitt politiøkisráð við umboðum fyri politiið, kommunurnar og landsstýrið skal setast. 

Djóni Nolsøe Joensen spyr, um hetta ráðið er sett.

Í Føroyum er politiið bara í størstu býunum. Aðrastaðni síggja tey næstan eisini til politiið.

Djóni Nolsøe Joensen spyr ríkisumboðið, um hetta verður broytt, um politiið verður sjónligari í lokalumhvørvinum. 

Ríkisumboðið ger sjálvt av, um fyrispurningar frá løgtinginum verða svaraðir. 

 

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, vil m.a. hava at vita frá ríkisumboðnum, um politiið nú verður sjónligari í nærumhvørvinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609