Stórfeløg í ringum skørum í Runavík

Stórfeløg í ringum skørum í Runavík
Tað eru tvey lið í trupulleikum, sum bresta saman, tá NSÍ tekur ímóti B36 við Løkin í Ruanvík í kvøld. Tríggir aðrir dystir byrja klokkan trý
Seinast NSÍ og B36 hittust, stóð Løgmanssteypið upp á spæl
 
10.04.2022 - 14:26

Í desember spældu tey um Løgmanssteypið. Í kvøld royna bæði NSÍ og B36 at kickstarta kappingarárið.

Bæði liðini hava fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Serliga NSÍ er í ringum skørum. Skaðaplágaðu runavíkingarnir byrjaðu við einum teprum sigri á EB/Streymi, men hava síðan tapt ímóti HB, B68 og KÍ.

Serliga illa mundi 2-0 tapið á heimavølli fyri grannunum av Toftum smakkað. 

B36 vann sannførandi á B68 í fyrsta umfari, men síðan hevur árstalsfelagið tapt ímóti KÍ, HB og Víkingi. Dystarskráin hevur gamaní verið torfør, men tað elvir kanska til stúran hjá Dan Brimsvík, at B36 ikki hevur skotið mál síðan fyrsta umfar.

Útvarpið sigur frá dystinum við Løkin.

KÍ og HB stórfavorittar

KÍ hevur fult stigatal eftir fýra tey fyrstu umførini, og tey eru neyvan nógv, sum ikki vænta, at klaksvíkingar fara at fáa fult ímóti AB við Djúpumýru í dag.

HB, sum er tvey stig aftanfyri meistararnar, spælir í dag á heimavølli ímóti EB/Streymi. HB snávaði á Svangaskarði fyri viku síðani, og fekk bert eitt stig. Tí kann roknast við tendraðum heimamonnum, sum skulu vinna, um teir skulu fylgja við KÍ í oddinum.

EB/Streymur vann sannførandi á 07 Vestur seinasta umfar, so teir vera neyvan lættir at syfta.

Toftamenn eru ivaleyst í góðum lag undan dystinum ímóti 07 Vestur á Dungasandi. Fyrst vann B68 fyri fyrstu ferð í 10 ár við Løkin ímóti NSÍ og seinasta umfar fingu toftamenn eitt stig á heimavølli ímóti HB.

07 Vestur hevur fingið eina toluliga byrjan upp á kappingina, men seinasta umfar taptu vágamenn 3-0 við Margáir. 

Í gjár vann Víkingur 4-2 á Skála í Sarpugerði.

5. umfar, Betri-deildin, menn:

15.00
KÍ-AB
HB-EB/Streymur
07Vestur-B68

18.00
NSÍ-B36

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985