Kanna hví fólk ikki fáa hjálp á læknavaktini

Kanna hví fólk ikki fáa hjálp á læknavaktini
Dømi er um, at fólk eru vend í durunum, tí Psykiatriski depilin ikki tekur fólk inn
Ætlanin er at førleikamenna starvsfólk á Psykiatriska deplinum til at røkja bráðfeingis sálarhjálp, sum kann knýtast at  læknavaktini, 1870.
 
06.05.2022 - 08:18

Nú verður kannað, hví fólk, sum hava sálarligar trupulleikar, ikki fáa hjálp, tá tey fara til læknavaktina í Landssjúkrahúsinum.

Landssjúkrahúsið og Heilsutrygd kanna hetta.

Og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur biðið um eina frágreiðing.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, spurdi, hví fólk, sum venda sær til Heilsuverkið við bráðfeingistørvi á sálarhjálp, verða send heim, uttan at røttu fakfólkini kanna tey.

 

Vend í durunum

Hon sigur, at fólk, sum koma á Bráðdeildina, verða vend í durunum við grundgevingini, at Psykiatriski depilin ikki tekur fólk inn. 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at pengar eru settir av í fíggjarlógini, so arbeiðið at gera eina bráðfeingissálarhjálp kann byrja.
 
Ætlanin er at førleikamenna starvsfólk á Psykiatriska deplinum til at røkja bráðfeingis sálarhjálp, sum kann knýtast at  læknavaktini 1870.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541