Nógv meira má játtast til at halda landsvegir viðlíka

Nógv meira má játtast til at halda landsvegir viðlíka
Eftirsleipið er 375 mió. kr., og Landsverk mælir til at brúka 50 mió. kr. um árið næstu árini
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, vil hava meiri pening til viðlíkahald av landsvegakervinum, men hann veit ikki, um tað ber til at útvega meiri pening.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.05.2022 - 18:33

Játtanin til viðlíkahald av landsvegakervinum er alt ov lítil. 

Landsverk mælir til at játta 25 milliónir afturat til viðlíkahald í 2023, og síðani 50 milliónir afturat um árið næstu árini. 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður upplýsir, at landskassin síðstu trý árini hevur fingið í meðal 140 milliónir krónur inn í vegskatti um árið. 

 

47 mió. kr. til viðlíkahald

Men í meðal eru 47 milliónir brúktar til viðlíkahald um árið síðstu trý árini. Tá eru smáar 15 milliónir til vetrarhald íroknaðar.

Eftirsleipið er 375 milliónir, staðfestir landsstýrismaðurin, sum vísir til samferðsluætlanina hjá Landsverki fyri tíðarskeiðið 2018 til 2030.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, ásannar, at játtanin er ov lítil. Men enn veit Uni Rasmussen ikki, um til ber at útvega fleiri pengar til viðlíkahald.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

1526018

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576