Maður sligin og bitin

Maður sligin og bitin
Løgreglan arbeiðir við einum harðskapsmáli, sum boð komu um í Havn klokkan hálvgum seks í morgun
 
15.05.2022 - 14:16

Tað var uttanfyri eitt stað, sum selir pizza í Havn, at illstøða kom í, og ein maður varð sligin og helst bitin eisini.

Ein maður er tikin, men hann var drukkin, og verður ikki avhoyrdur fyrr enn hann er klárnaður so mikið, at hann kann avhoyrast, sigur vakthavandi.

Onnur fólk skulu eisini spyrjast um hendingina, sigur hann.

 

Ikki álvarsligt mein

Løgreglan heldur ikki at talan er um álvarsligt mein, sum tann skaddi hevur fingið.

Tað hendir ofta at illstøður eru, tá skeinkistøðini lata aftur, og fólk trunkast saman í býnum.

Løgreglan var í býnum í nátt, og tað hjálpir altíð uppá støðuna, sigur vakthavandi á politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053