Stroymingartænastur skulu nú rinda skatt í Danmark

Stroymingartænastur skulu nú rinda skatt í Danmark
Nýggj miðlaavtala var løgd fram í morgun.
Stroymingartænasturnar hava higartil ikki rindað skatt í Danmark, hóast tær hava rindað meirvirðisgjald.
 
21.05.2022 - 11:59

Frameftir skulu eitt nú Netflix, HBO og TV2 Play rinda seks prosent í skatti av inntøkuni.

Inntøkurnar, sum landið fær av skattakrónunum, skulu brúkast til at framleiða meira danskt miðlatilfar

Andstøðan, sonevndu bláu flokkarnir, er ikki við í miðljasemjuni - millum annað, tí teir ikki halda, at stroymingartænasturnar skulu skattast.

Meirvirðisgjald á stroyming fer til Danmarkar

Samstundis undrar tað fleiri her heima, hví føroyingar skulu rinda meirvirðisgjald til júst somu stroymingartænastur.

Barbara Gaardlykke Apol, varaumboð fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi, setti fyri einum ári síðani Morten Bødskov, skattamálaráðharra í Danmark, skrivligan fyrispurning um meirvirðisgjald. 

Barbara Gaardlykke Apol vísti tá á, at til tænastur sum Netflix, Viaplay og Spotify, verður meirvirðisgjald lagt omaná, sum eigur at koma í landskassan. 

Trupulleikin er, at í løtuni er eingin dagførd skattalóggáva í Føroyum viðvíkjandi nettænastum, og tí missir landskassin áleið 12 milliónir um árið. 

Í fyrispurninginum sigur hon, at hon vil fegin vita, hvar pengarnir enda, og tí hevur hon biðið Morten Bødskov um at finna fram til, hvørt teir av órøttum enda í Danmark. Føroyingar skulu antin sjálvir fáa hetta meirvirðisgjaldið í landskassan ella skulu brúkararnir als ikki gjalda meirvirðisgjaldið yvirhøvur, segði hon.

Umframt at stroymingartænastur skulu rinda skatt, inniber danska miðlaavtalan, 
 - at Danmarks Radio verður styrkt við íalt 100 milliónum krónum fram til 2025.
 - at útvarp og poddvørp kunnu søkja um pengar úr public service-puljuni.
 - at børn og ung fáa eina nýggja útvarpsrás
 - og at ein depil verður stovnaður fyri gravandi journalistikk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786