Grønlendski landsstýrisformaðurin fær altjóða viðurkenning

Grønlendski landsstýrisformaðurin fær altjóða viðurkenning
Heiðursskjalið verður latið merkisverdum leiðarum í vinnulívi, gransking, mentan og politikki, sum eru við til at bøta livikorini í heiminum
Múte B. Egede tekur ímóti altjóða viðurkenningini í Washington.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.06.2022 - 08:22

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, er nú á veg til Washington at taka ímóti viðurkendum heiðursskjali.

Tankasmiðjan, Wilson Center, í Washington letur honum heiður fyri leiðaraevni og stríð fyri at betra heimin.

Í grundgevingini stendur, at sum leiðari tekur Múte B. Egede støði í umhvørvisligum rættvísi, og við breiðum samstarvi kring allan heim vil hann menna Grønland búskaparliga, politiskt og sosialt.

Heiðursskjalið verður latið merkisverdum leiðarum í vinnulívi, gransking, mentan og politikki, sum eru við til at betra livikorini í heiminum.

 

Stovnað í 1968

Fyrr hava millum annað Henry Kissinger, Hillary Clinton, Colin Powell og Condoleezza Rize fingið somu viðurkenning.

Amerikanska kongressin stovnaði tankasmiðjuna, Wilson Center, í 1968 til minnis um forsetan, Woodrow Wilson.

Wilson Center er ópolitiskt, og hevur fingið altjóða viðurkenning sum ein av bestu tankasmiðjum í heiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815