IMO: Ólógligt at krevja gjald fyri at sigla í Hormuzsundinum

IMO: Ólógligt at krevja gjald fyri at sigla í Hormuzsundinum
Trump, forseti, hevur sagt, at USA fer at taka ræðið á sundinum og krevja 20 prosent gjald fyri at sigla har
Tað stríðir ímóti altjóða lóg at krevja gjald fyri at sigla í Hormuzsundinum, sigur altjóða sjóvinnufelagsskapurin, IMO.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
14.07.2026 - 09:27

Tekur USA ræðið á Hormuzsundinum og fer at krevja avgjøld, er tað í stríð við altjóða lóg, sigur altjóða sjóvinnufelagsskapurin, IMO.

Felagsskapurin bíðar eftir meiri kunning, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, segði, at landið fór at taka ræðið á sundinum og krevja 20 prosent gjald fyri at sigla ígjøgnum tað. Tað sigur ein talsmaður við tíðindastovuna Reuters.

- Vit hava altíð verið avgjørd í okkara støðu um gjøld. IMO er greitt ímóti at krevja gjøld fyri ferðslu gjøgnum øki, sum verða nýtt til altjóða skipaferðslu. Tað er einki lógargrundarlag fyri at seta í gildi føst gjøld, bara fyri at fara ígjøgnum eitt sund, sigur talsmaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659