ES: At forða fyri kornútflutningi er krígsbrotsverk

ES: At forða fyri kornútflutningi er krígsbrotsverk
Russland eigur ábyrgdina, sigur uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borell
20 milliónir tons av korni eru framvegis á goymslu í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.06.2022 - 15:19

Tað er krígsbrotsverk, tá ið Russland forðar fyri, at stórar nøgdir av korni kunnu útflytast úr Ukraina, og á tann hátt bøta um matvørutrotið í heiminum.

Tað sigur uttanríkisleiðarin hjá ES, Josep Borrell.

Hann heldur, at Russland skal ábyrgjast, um hetta heldur fram.

- Tað er ikki til at skilja, at fleiri milliónir tons av korni vera hildin aftur í Ukraina, samstundis sum fólk í heiminum svølta, sigur Borrell.

Vesturheimurin hevur áður kravt, at Russland gevst at forða fyri, at korn úr Ukraina kann útflytast har suðuri í landinum.

 

Josep Borell er uttanríkisleiðari í ES. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

ES stuðlar ST

ES stuðlar Sameindum Tjóðum í royndini at fáa í lag eina nýggja útflutningsavtalu millum Ukraina, Russland og Turkaland, men hetta hevur higartil ikki eydnast.

Russland tvíheldur um, at vaksandi prísirnir og matvørutrotið í Miðeystri og Afrika eru orsøkir til revsitiltøkini, sum eru løgd á Russland.

ES vísir hesum aftur.

- Okkara revsitiltøk raka ikki mat og tøð. Trupulleikin er russiski stongsulin av korni, sigur uttanríkisleiðarin hjá ES.

Ukraina er eitt tað størsta útflutningslandið, men útflutningurin er steðgaður upp, og í løtuni eru 20 milliónir tons fangað í korngoymslum í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128