Trump: Kríggið endar skjótt

Trump: Kríggið endar skjótt
Oljuprísurin er lækkaður, og er nú umleið 90 dollarar fyri tunnuna
Donald Trump, forseti, sigur, at kríggið við Iran endar skjótt.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.03.2026 - 08:59

- Vit eru framman fyri okkara tíðarætlan, segði amerikanski forsetin Donald Trump á tíðindafundi í gjárkvøldið.

Forsetin segði, at kríggið við Iran endar skjótt, tí teir hava dripið leiðararnar og knúst skip, rakettir og hernaðarútgerð. 

Og boðini frá forsetanum um, at tíðarætlanin heldur, og væl tað, fekk oljuprísin at lækka aftur. Í gjár fór oljuprísurin væl upp um 100 dollarar fyri tunnuna, men nú er prísurin nærri 90 dollarum fyri tunnuna.

Er Donald Trump bjartskygdur um kríggið, so siga aðrir eygleiðarar, at valið av nýggja leiðaranum, Mojtaba Khamenei, helst hevur við sær, at kríggið kann draga út, tí Iran fer ikki at slaka.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303