Skottilburður í Fields: Trý dripin og fýra álvarsliga løstað

Skottilburður í Fields: Trý dripin og fýra álvarsliga løstað
Ein 17 ára gamal danskur drongur, ein 17 ára gomul donsk genta og ein 47 ára gamal russiskur maður vóru dripin, eftir at ein maður skeyt frá hond í Fields í gjár
Mynd: Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix  
 
04.07.2022 - 08:55

Trý fólk lógu eftirá, og fleiri onnur eru særd, fýra av teimum álvarsliga, eftir at ein maður skeyt frá hond í handilsmiðstøðini, Fields, á Amager, seinnapartin í gjár.

Tey deyðu eru ein 17 ára gamal danskur drongur og ein 17 ára gomul donsk genta. Og so er talan um ein 47 ára gamlan mann, sum er av russiskum uppruna, men sum býr í Danmark.

Løgreglan hevur verið á varðhaldi í øllum Keypmannahavn í nátt, og nógvar kanningar eru og vera gjørdar.

Fields álop byrsuálop

Caption: 
Fólk hálsfevnast uttan fyri Fields. FOTO: Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix

Fýra onnur fólk vóru rakt av skotum. Ein 40 ára gomul donsk kvinna og ein 19 ára gomul donsk kvinna. Hini bæði eru svenskir ríkisborgarar, ein 50 ára gamal maður og ein 16 ára gomul kvinna. Sambært løgregluni er støðan sera álvarslig hjá øllum fýra. 

Løgreglan heldur ikki, at 22 ára gamli maðurin, sum er tikin, arbeiddi saman við øðrum. Og løgreglan metir heldur ikki, at talan var um eina yvirgangsatsókn.

Handilsmiðstøðin Fields er stongd til og við 11. juli og møguliga longur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522