Landssjúkrahúsið skal hava nýggjan CT-skannara

Landssjúkrahúsið skal hava nýggjan CT-skannara
Sambært útboðnum skal skannarin klára allar vanligar CT-kanningar og eisini vera útgjørdur til at skanna hjørtu.
 
08.07.2022 - 15:31

Landssjúkrahúsið skal hava nýggjan CT-skannara.

Sambært útboðnum skal skannarin klára allar vanligar CT-kanningar og eisini vera útgjørdur til at skanna hjørtu.

Frestin at koma við tilboði er til 15. august. 19.september verður kunngjørt, hvør veitarin verður.

Skannarin, sum verður brúktur, skal ofta hava ábøtur, og tað hevur við sær, at sera dýrir eykalutir mangan skulu keypast.

Men fyri at fáa nýggjan CT-skannara er neyðugt at gera hóskandi høli.

Í november fjør játtaði løgtingið 13,2 milliónir krónur til CT-skannaran. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454