Air Greenland steðgar sølu av flogferðum til Vesturgrønlands

Air Greenland steðgar sølu av flogferðum til Vesturgrønlands
Vegna vánaligt veður eru minst 1.000 fólk ikki sloppin úr floghavnum í Vesturgrønlandi. Flogfelagið flýgur ikki til Vesturgrønlands aftur fyrr enn í august.
 
12.07.2022 - 09:28

Lág skýggj og mjørki í Vesturgrønlandi hava við sær, at flogfelagið, Air Greenland, ikki flýgur framvið strondini í Vesturgrønlandi, tað sum eftir er av juli, tí avbjóðingarnar við flúgvingini eru ov stórar, skrivar Sermitsiaq.

Veðrið hevur havt við sær, at minst 1.000 fólk ikki eru sloppin úr floghavnum í Vesturgrønlandi, og tá umstøðurnar ikki tykjast at broytast, hevur felagið gjørt av ikki at flúgva til Vesturgrønlands fyrr enn í august og selur heldur ikki ferðaseðlar til Vesturgrønlands.

Tað hevur eisini við sær, at fólk ikki kunnu keypa ferðaseðlar til og úr Danmark fyrr enn fyrst í august, skrivar Sermitsiaq.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815