Grindaformenn skulu kunna lýsa grindabann

Grindaformenn skulu kunna lýsa grindabann
Nýggj broyting í grindakunngerðini hevur við sær, at grindaformenn kunnu lýsa eitt fyribils bráðfeingis grindabann, um eitt nú nóg mikið av grind er í grindaumdøminum.
 
12.07.2022 - 09:25

Sýslumenn skulu kunna lýsa bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísari hvalvág í upp til tríggjar mánaðir, um nóg mikið av grind er í grindaumdøminum, sum hoyrir til hvalvágna. 

Bráðfeingis bannið skal lýsast í Kringvarpinum.

Tað er uppskot hjá Fiskimálaráðnum um broyting í grindakunngerðini.

Nú stendur í kunngerðini, at landsstýrismaðurin kann áseta bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísum grindaumdømum. 

Bannið verður ikki ásett, uttan at onnur grindaumdømi hava fingið høvi at seta fram ynski um at skifta grind úr avvarðandi grindaumdømi.

Uppskotið um broytingina er til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 18. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266