Undirtøka fyri at loyva vakmyndatólum í náttarlívinum

Undirtøka fyri at loyva vakmyndatólum í náttarlívinum
Uppskotið, sum skal geva kommunum heimild at yvirvaka náttarlívið, skal eftir ætlan leggjast fyri løgtingið í heyst.
 
15.07.2022 - 14:51

Tað er undirtøka í politisku flokkunum fyri at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól.

Løgmaður fer nú undir at gera eitt uppskot um lógarbroyting klárt. 

Uppskotið, sum skal geva kommunum heimild at yvirvaka náttarlívið, skal eftir ætlan leggjast fyri løgtingið í heyst.

Hetta sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í stuttari viðmerking til Kringvarpið í dag. 

Uppskotið kemur í kjalarvørrinum av, at Tórshavnar kommuna, í sambandi við harðskapsmál í náttarlívinum fyrr í ár, boðaði frá, at kommunan ætlar at seta vakmyndatól upp í kommununi fyri at betra um trygdina hjá borgarum.

Dátueftirlitið vísti tá á, at kommunur ikki hava heimild í lóg at seta vakmyndatól upp.

Løgmaður fór tí at kanna um politisk undirtøka var fyri eini lógarbroyting í hesum sambandi. Og tað er tað eftir øllum at døma, nú løgmaður fer undir at gera eitt uppskot klárt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262