Fuglakrímið kann vinda uppá seg aftur í heyst

Fuglakrímið kann vinda uppá seg aftur í heyst
Í Íslandi óttast myndugleikarnir, at fuglakrímið fer at gera um seg aftur, tá fuglur kemur aftur til landið úr Kanada og Grønlandi í heyst
Skúgvurin er hart raktur av fuglakríminum, sum hevur herjað um okkara leiðir í vár
Mynd: Savnsmynd  
 
22.07.2022 - 07:18

Stórur vandi er fyri, at fuglakrím vindur uppá seg aftur í heyst.

Tað halda matvørumyndugleikarnir í Íslandi.

Teir hava fingið færri fráboðanir um fuglakrím nú í summar.

 

Minni smitta um summarið

Í vár komu nógvar fráboðanir um deyðar súlur.

Minni vandi er fyri smittu um summarið, men tá fuglurin kemur aftur í heyst úr Grønlandi og Kanada, er vandi fyri størri smittu.

Nógv smitta er í Kanada og júst har, sum fuglar fara úr Íslandi.

Talan er um súlu, æðu og lunda.

Í Íslandi er fuglakrím ikki funnið í lunda. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037