Tórshavnar kommuna ynskti sjálv at fáa bygt eitt stórt P-hús í miðbýnum

Tórshavnar kommuna ynskti sjálv at fáa bygt eitt stórt P-hús í miðbýnum
Nú er komið fram, at tað var Tórshavnar kommuna sjálv, og ikki Gullak Madsen, ið kom við hugskotinum at byggja eitt stórt parkeringshús beint við Steinatún í Havn
Stóra parkeringshúsið, sum ætlanin er at byggja beint við Steinatún í Havn, verður smáar 18 metrar høgt
 
25.07.2022 - 18:10

Felagið "Grannalív", sum umboðar fólk í niðara part av Tinghúsvegnum, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu í Havn, hevur verið á einum kunnand fundi við Tórshavnar kommunu um ætlanina hjá Gullak Madsen at byggja eitt stórt parkeringshús í miðbýnum. 

Grannarnir, sum hava harðligani mótmælt ætlanini, fóru skelkaðir av aftur fundinum. Tað vísir seg nevniliga, at tað er er Tórshavnar kommuna sjálv, ið hevur ynskt at fáa eitt P-hús í økið.

Hetta kemur fram í tíðindaskrivi, ið felagið "Grannalív" hevur sent til fjølmiðlarnar.

Felagið "Grannalív" skrivar um fundin, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, á fundinum kunnaði tey um, at tað var kommunan sjálv, sum var komin við uppskotinum at byggja P-húsið. 

"Gullak Madsen hevði eitt ynski um at sleppa at byggja íbúðir á ogn sína, men kommunan hevur síðani yvirtalað hann um at byggja P-hús í staðin," skrivar "Grannalív".

Felagið "Grannalív" rør í tíðindaskrivinum framundir, at júst tann sannroynd, at tað er Tórshavnar komman, ið eigur hugskotið til eitt P-hús, ger tað lættari at broyta byggisamtyktina. 

"Tá er lag á manni at pressa sitrónina í mun til broytingina av byggisamtyktini. Um kommunan fær “gávuna” frá Gullaki Madsen, P-húsið, so skal hann sjálvandi eisini sleppa at byggja sínar íbúðir oman á tekjuni á P-húsinum, og sostatt eisini broyta nettonýtslustigið frá 130% til 400%. Í staðin fyri at byggja 13 m til hæddar, sleppur hann nú at byggja 17,8 m í alt," stendur í tíðindaskrivinum frá felagnum "Grannalív". 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Morgunlestur fríggjadagur 30. januar 2026
203270
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377