Saudiarabia fegnast um, at leiðarin í al-Qaeda er dripin

Saudiarabia fegnast um, at leiðarin í al-Qaeda er dripin
Boðini eru kærkomin, sigur saudiarabiska uttanríkisráðið
Ayman al-Zawahiri, høgrumegin á myndini, var eftirmaður hjá Osama bin Laden, sum var dripin í 2011.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.08.2022 - 09:48

Saudiarabia fegnast um, at USA hevur beint fyri oddamanninum hjá al-Qaeda, Ayman al-Zawahiri.

- Boðini eru kærkomin, sigur uttanríkisráðið í Saudiarabia, sambært NTB.

Ayman al-Zawahiri var dripin í einum dronuálopi í afganska høvuðsstaðnum, Kabul, sunnunáttina okkara tíð. 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur váttað drápið, og ein talsmaður fyri Taliban, váttar fyri Reuters, at ein bústaður í Kabul var álopin um vikuskiftið.

 

Tók við eftir Osama bin Laden

al-Zawahiri var eftirlýstur fyri yvirgang og tók við sum oddamaður hjá al-Qaeda eftir Osama bin Laden, sum var dripin í 2011.

Taliban, sum hevur valdið í Afganistan, fordømir atsóknina og sigir hana vera brot á altjóða meginreglur.

Hinvegin sigur amerikanski forsetin, at USA hevur gjørt fólki eina stóra tænastu við at drepa oddamannin hjá al-Qaeda.

Sambært Joe Biden, hevði Ayman al-Zawahiri ein týðandi leiklut, tá ið yvirgangsálopið á World Trade Center í New York 11. september í 2001 var fyrireikað.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815