- Tíðindi, mentan og ítróttur
Niels Pauli á B6 á fimtu viku
Ein sokallað markamálsnevnd, ið skal taka avgerð um, hvør hevur ábyrgdina av Niels Paula Midjord, hevur fingið málið, tí hvørki heilsuverkið ella Bú- og Heimastænastan í Suðuroynni siga seg eiga ábyrgdina.
Men áðrenn markamálsnevndin tekur avgerðina, skal hon fyrst taka avgerð um, um hon yvirhøvur skal viðgera málið.
Anna Dam, løgfrøðingur, sum er forkvinna í markamálsnevndini, sigur við Kringvarpið, at nevndin júst hevur fingið málið, og í næstu viku skal nevndin avgera, um hetta er eitt mál, ið hoyrir undir markamótsnevndini sambært markamótsskjalinum – sum also er tað, ið ger av, hvat slag av málum, nevndin skal taka avgerðir um.
Tað var tann 8. juli, at Niels Pauli Midjord ikki slapp suður aftur á Ellis- og Røktarheimið á Tvøroyri, eftir at hann hevði verið til dialysuviðgerð á Landssjúkrahúsinum. Skiparin á Smyrli tordi ikki longur at taka ábyrgd av, at Niels Pauli Midjord ferðaðist við Smyrli uttan fylgjara.
Síðani hevur hann ligið á Landssjúkrahúsinum, tí eingin myndugleiki hevur verið sinnaður at veita honum nakran fylgjara.