Nýggi forsetin í Kolumbia tikin í eið

Nýggi forsetin í Kolumbia tikin í eið
62 ára gamli Gustavo Petro er fyrrverandi borgarstjóri í høvuðsstaðnum Bogotá
 
07.08.2022 - 11:58

Í dag verður nýggi forsetin í Kolumbia, Gustavo Petro, tikin í eið.

Millum teirra, sum eru boðin við til hátíðarhaldið, er spanski kongurin, Felipe, og í minsta lagi níggju forsetar í suðuramerikanskum londum, skrivar Reuters.

62 ára gamli Petro er fyrrverandi borgarstjóri í høvuðsstaðnum Bogotá, og hann er fyrsti vinstrasinnaði forsetin í landinum.

Á seinna valumfari fekk hann 50,4 prosent av atkvøðunum. 

Veljararnir vóna, at Gustava Petro fer at seta sosialar og búskaparligar nýskipanir í verk, sum kunnu beina fyri nógva harðskapinum og ójavnanum í Kolumbia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815