Radikali flokkurin krevur framvegis fólkatingsval

Radikali flokkurin krevur framvegis fólkatingsval
Verður valið ikki útskrivað í seinasta lagi 4. oktober, verður misálit reist á stjórnina, sigur forkvinnan í Radikala flokkinum, Sofie Carsten Nielsen
Sofie Carsten Nielsen er forkvinna í Radikala flokkinum. Hon heldur, at eitt fólkatingsval nú fer at reinsa luftina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.08.2022 - 09:27

Radikali flokkurin í Danmark heldur fast við, at Mette Frederiksen, forsætisráðharri, skal skriva út val í seinasta lagi 4. oktober, tá nýggja fólkatingsárið byrjar.

Annars fer flokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini, at leggja fram uppskot um misálit. 

Forkvinnan í Radikala flokkinum, Sofie Carsten Nielsen, sigur í samrøðu við sjónvarpsstøðina TV2, at eitt fólkatingsval fer "at reinsa luftina," sum hon tekur til.

Og Radikali flokkurin fer ikki at taka av einum tilboði frá forsætisráðharranum um at koma upp í stjórnina nú: 

 

1542360

 

Radikali flokkurin hevur givið Mette Frederiksen. forsætisráðharra, freist til 4. oktober, at skriva út fólkatingsval. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Beint eftir, at frágreiðingin um minkamálið var kunngjørd, boðaðu hinir báðir stuðuflokkarnir hjá stjórnini, SF og Eindarlistin, frá, at teir halda tað ikki vera neyðugt at fáa advokatar at gera sínar metingar av málinum.

Ein advokatkanning kundi hava við sær, at eitt ríkisrættarmál verður reist móti Mette Frederiksen, forsætisráðharra. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392