Vænta at fáa undirskriftir úr øllum landinum

Vænta at fáa undirskriftir úr øllum landinum
Suðuroyingar krevja, at Smyril ikki fer í dokk, fyrr enn annað hóskandi avloysaraskip er funnið
Fróði Mortensen hevur tikið stig til at savna undirskiftir talgilt móti ætlanini at brúka Herjólf III sum avloysaraskip fyri Smyril, meðan hann er í dokk.
 
07.08.2022 - 14:33

Smyril skal ikki í dokk, fyrr enn eitt annað avloysaraskip er funnið, sum er líka stórt sum Smyril og siglir líka skjótt.

Tað er kravið frá suðuroyingum, sum nú eru farnir at savna undirskriftir móti ætlanini at seta Herjólf III inn sum avloysaraskip á Suðuroyarleiðini.

Fróði Mortensen úr Trongisvági hevur tikið stig til at savna undirskriftir talgilt móti ætlanini at lata Herjólf III avloysa Smyril, meðan hann er í dokk.

 

Suðuroyingar er ikki nøgdir við, at Herjólfur III skal avloysa Smyril. (Mynd: Bjarni Rubeksen)

 

Kravið er, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum gevur Strandferðsluni boð um, at Smyril skal ikki fara í dokk, fyrr Strandferðslan hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip.

Fróði Mortensen sigur, at vónin er at fáa undirskriftir úr øllum landinum. Um tað eisini kemur upp á tal at mótmæla á annan hátt, er ikki greitt enn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

1542411

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961