Fara at screena fyri tarmkrabba

Fara at screena fyri tarmkrabba
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at eitt tvørfakligt krabbameinsráð verður væntandi sett í næstum
Tá krabbameinsráðið er farið til verka, fer landsstýrismaðurin at dagføra og víðka verandi screeningar í heilsuverkinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
 
17.08.2022 - 08:32

Screening fyri tarmkrabba kemur í Føroyum næsta ár ella í 2024.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Hon spurdi um nýggju krabbameinsætlanina.

 

Krabbameinsráð

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at eitt tvørfakligt krabbameinsráð verður væntandi sett í næstum. 

Tá ráðið er farið til verka, fer landsstýrismaðurin at dagføra og víðka verandi screeningar í heilsuverkinum. 

Her verður hugsað um bæði bróstscreening og screening fyri lívmóðurhálskrabba.

 

Sálarfrøðingur og kliniskur sexologur

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at hann hevur raðfest tilmælið í krabbameinsætlanini um at seta sálarfrøðing og kliniskan sexolog í fast starv í Sjúkrahúsverkinum.

Arbeiðið at gera eina fólkaheilsuætlan byrjar í heyst.

Seinni í ár vera serlæknar í nýrasjúkum og tarmsjúkum settir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV