USA tekur seg úr UNESCO

USA tekur seg úr UNESCO
ST-stovnurin arbeiir ímóti "America first-politikkinum" hjá USA, sigur talskvinna í amerikanska uttanríkisráðnum
Við árslok næsta ár er USA ikki longur limur í UNESCO.
Mynd: Reuters  
 
22.07.2025 - 14:54

USA tekur seg úr UNESCO

Sambært talskvinnuni hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Tammy Bruce, er USA ikki longur áhugað í at vera ein partur av stovninum, sum er ST-stovnurin fyri mentan.

- UNESCO er ein stovnur, ið er settur í verðina til at fremja eina "globalistiska, ideologiska dagsskrá fyri altjóða menning, sum gongur ímóti "America first-uttanríkispolitikkinum" hjá amerikansku stjórnini, sigur Tammy Bruce.

ST-stovnurin, sum m.a. stendur fyri listanum um heimsarv, virkar eisini sum altjóða miðdepil fyri upplýsing um menning innan útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.

Aðalskrivarin hjá UNESCO harmast avgerðina hjá Donaldi Trump, forseti, sum kemur í gildi við árslok 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659