Nú byrjar eftirlitið við viðgerðarstøðum

Nú byrjar eftirlitið við viðgerðarstøðum
Sambært kunngerðini skulu bæði almenn og privat viðgerðarstøð skrásetast og koma undir eftirlit
Lars Fodgaard Møller er landslækni. Landslæknaembætið fer nú undir eftirlit við viðgerðarstøðum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.08.2022 - 09:58

Í heyst fer landslæknin av álvara at byrja eftirlitið við viðgerðarstøðum í Føroyum.

Tá verður fyrsta eftirlitið gjørt á staðnum. Viðgerðarstøðini fáa fráboðan um eftirlitið seks vikur frammanundan. 

Men longu nú er umsitingarliga eftirlitið byrjað. 

Danska kunngerðin, Tilsynsbekendtgørelsen, um slíkt eftirlit kom í Føroyum 1.juli.

Hon sigur, at viðgerðarstøð, almenn og privat, skulu skrásetast og koma undir eftirlit.

 

Tíðindaflutningur eisini brúktur

Eftirlitið verður fyrst og fremst við teimum støðum, har vandin hjá trygdini hjá sjúklingunum er mettur at vera størstur.

Millum annað verður tíðindaflutningur brúktur, tá hesar metingar vera gjørdar. 

Ætlanin er at hava eftirlit við tíggjunda hvørjum viðgerðarstaði um árið. 

Frágreiðingar um eftirlit á viðgerðarstovnum vera almannakunngjørdar, tær vera lagdar á heimasíðuna hjá landslæknanum. Har vera eisini aðrar upplýsingar um eftirlitini.

Í ringasta føri kann landslæknin krevja, at viðgerðarstøð heilt ella partvíst gevast, er vandin har stórur hjá trygdini hjá sjúklingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053