EM-landsliðini í darti tikin út

EM-landsliðini í darti tikin út
Landsliðsvenjararnir, Annfinn Allanson Hjaltalin og Kristian Joensen, hava valt sær tey, sum skulu kappast um EM-heitið í darti í Spania síðst í september
Uni Árting er ein av teimum, sum er tikin út til EM-landsliðið í darti
Mynd: Savnsmynd  
 
22.08.2022 - 09:26

Dartlandsliðini hjá bæði kvinnum og monnum, sum skulu kappast um EM-heitið síðst í september, eru tikin út.

Landsliðið hjá kvinnum er hitt sama, sum var til norðurlandameistaraheitið fyrr í ár. Kristian Joensen, landsliðsvenjari, hevur úttikið møðgurnar, Beintu Joensen og Jónu Miðalberg úr KDF og Annfríð E. Jacobsen og Birthe Sikivat úr ávíkavist HDF og ADF.

Annfinn Allanson Hjaltalin hevur tikið út Jan Erik Fjallstein úr VDF, Una Árting og Jan McIntosh úr HDF og Niels Thomsen úr HDF, sum er komin inn fyri Jón Johansen úr VDF í mun til NM-landsliðið. Uni Árting og Jan McIntosh endaðu á triðja plássi í tvímansleiki til norðurlandameistaraheitið. 

Uni Árting rakti nógv best á Skála

Landsliðsúttøkan var í samband við fyrstu dartkappingina eftir summarsteðgin, sum var á Skála um vikuskiftið. Hjá monnum var støðið høgt, og Uni Árting var í flokki fyri seg. 

Hann vann 7-1 í finaluni ímóti Niels Thomsen.

Seks kvinnur kappaðust á Skála, har Birthe Sikivat og Beinta Joensen spældu seg í finaluna. Birthe Sikivat dróg longra stráið og vann spennandi dystin 4-3.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta í Glyrva kirkju
206625
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597