Sammóðir: Ymisk boð um eftirnøvn hjá børnum

Sammóðir: Ymisk boð um eftirnøvn hjá børnum
Vinnumálaráðið heldur ikki, at tað er neyðugt at broyta lógina, men Mentamálaráðið heldur nakað annað
Vinnumálaráðið og Mentamálaráðið draga ikki eina línu spurninginum um eftirnøvn hjá børnum, sum hava sammóður.
 
23.08.2022 - 08:33

Ymisk boð koma úr landsstýrinum um eftirnavnið hjá børnum, sum hava sammóður.

Hóast hugtakið sammóðir ikki var við, tá navnalógin var samtykt, kunnu børn fáa eftirnavnið hjá sammóður.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum umsitur navnalógina, sigur, at tí er ikki neyðugt at broyta lógina.

Ráðið heldur, at lógin, sum hon nú er orðað, umfatar eisini sammøður. Tær kunnu sammetast við faðir ella móður, og kunnu tí fáa eftirnavnið hjá sammóður.

 

Skrásetast í landsfólkayvirlitinum

Børn, sum hava eftirnavnið hjá sammóður, kunnu eisini vera skrásett í landsfólkayvirlitinum, metir Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Sambært fólkayvirlitslógini verða øll, sum hava persónstal, skrásett í landsfólkayvirlitinum.

Ættarsamband millum foreldur og børn verður skrásett við p-tølunum hjá faðir og móður.

Er talan um sammóður, verður hennara p-tal brúkt.

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, fær viðhald í Mentamálaráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ikki loyvt at broyta heiti

Men Uttanríkis- og Mentamálaráðið heldur nakað annað.

Jógvan Fríðriksson, bispur, hevur boðað sóknarprestunum frá, at ikki er loyvt at broyta heitið hjá pápanum í kirkjubókini til sammóður ella samfaðir. 

Hetta merkir, at børn hjá samkyndum foreldrum kunnu ikki skrásetast við eftirnavninum hjá sammóður ella samfaðir.

Og bispur fær viðhald í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum. Lógin loyvir ikki, at heitini verða broytt, sigur ráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098