Bretski forsætisráðharrin í Kyiv

Bretski forsætisráðharrin í Kyiv
Hetta er triðju ferð, síðani Russland gjørdi innrás, at Boris Johnson er í Ukraina
Boris Johnson, forsætisráðharri, og ukrainski starvsbróðir hansara, Zelenskyj, í Kyiv í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.08.2022 - 16:36

Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson er í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í dag.

Tað kunngjørdi bretska forsætismálaráðið seinnapartin.

Hann er í Kyiv í sambandi við, at 31 ár eru liðin, síðani at Ukraina gjørdist sjálvstøðugt land og fór úr Sovjetsamveldinum.

Vanliga er hátíðardómur hendan dagin, men ukrainsku myndugleikarnir hava ávarað um herd russisk loftálop og hava tí heitt á fólk um at vera innandura. Summastaðni er útgongubann.

 

Standa undir liðini á ukrainska fólkinum

Johnson segði undir vitjanini, at tað, sum hendir í Ukraina, ávirkar øll. Tí fer Bretland framhaldandi at standa undir liðini á ukrainska fólkinum. Hann legði aftrat, at Ukraina bæði kann og fer at vinna hetta kríggið.

Johnson kunngjørdi eisini, at Bretland fer at lata Ukraina 54 milliónir pund í hernaðarstuðli aftrat, sum er umleið ein hálv milliard krónur. 

Vitjanin hjá Johnson í dag er tann triðja í Ukraina, síðani kríggið byrjaði.

Portugisiski uttanríkismálaráðharrin, Joao Cravinho, hevur eisini verið í Ukraina í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541