Liverpool til Glasgow - FCK í krútbólk

Liverpool til Glasgow - FCK í krútbólk
Liverpool skal spæla ímóti Rangers, Ajax og Napoli, ímeðan FCK millum annað skal spæla ímóti Manchester City
Liverpool skal millum annað spæla ímóti Glasgow Rangers
Mynd: RitzauScanpix  
 
25.08.2022 - 17:22

Liverpool skal spæla ímóti Rangers í Champions League-bólkaspælinum hetta kappingarárið. Eisini komu Ajax og Napoli í bólk saman við enska stórfelagnum. 

FC Keypmannahavn, sum vann ímóti Trabzonspor í play-off dystunum, fekk eitt trupult lutakast. Danir skulu spæla ímóti enska meistaranum, Manchester City, og so Sevilla og Dortmund.

Spennandi verður at fylgja gongdini í bólki C, har Bayern München, Barcelona, Inter og Viktoria Plzen skulu kappast.

Champions League-lutakastið:

Bólkur A:
Ajax, Liverpool, Napoli, Rangers 

Bólkur B:
Porto, Atletico Madrid, Leverkusen, Club Brugge

Bólkur C:
Bayern München, Barcelona, Inter, Viktoria Plzen

Bólkur D:
Eintracht Frankfurt, Tottenham, Sporting, Marseille

Bólkur E:
AC Milan, Chelsea, FC Salzburg, Dinamo Zagreb

Bólkur F:
Real Madrid, RB Leipzig, Shakhtar Donetsk, Celtic


Bólkur G:
Manchester City, Sevilla, Dortmund, FCK

Bólkur H:
Paris Saint-Germain, Juventus, Benfica, Maccabi Haifa




 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Hósdag 12. februar
Eitt korter við jazztónleiki
204126
Hósdag 12. februar
Breddin: Útlendingar í Føroyum
204109
Hósdag 12. februar
Morgunlestur hósdagur 12.februar 2026
203859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Stjørnan í øðrum parti
204122
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957