Vinnuhúsið: Oljuískoytið má vera útreiðsluneutralt

Vinnuhúsið: Oljuískoytið má vera útreiðsluneutralt
Sparast má aðrastaðni í almenna rakstrinum, so útreiðslurnar ikki leggja enn størri trýst á prísvøksturin, sigur Vinnuhúsið
Landsstýrið ætlar at lata sperdum húskjum 7.000 kr. í oljuískoyti.
 
25.08.2022 - 15:20

Oljuískoytið skal vera útreiðsluneutralt fyri landskassan.

Tað sigur Vinnuhúsið í hoyringssvari til uppskotið hjá landsstýrinum, um at veita fíggjarliga sperdum húskjum 7.000 kr í oljuískoyti.

Vinnuhúsið sigur seg ikki hava nakra viðmerking til at veita stuðul til lægstu inntøkurnar í landinum, nú orkuprísirnir eru hækkaðir, men Vinnuhúsið sigur samstundis, at tilsvarandi sparingar mugu gerast aðrastaðni í almenna rakstrinum, soleiðis at almennu útreiðslurnar ikki leggja enn størri trýst á prísvøksturin í samfelagnum.

Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum er ikki greitt, hvussu nógv fólk fara at søkja um oljuískoyti, og sum lúka treytirnar fyri at fáa útgoldið 7.000 í oljuískoyti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858