26 flogfør fluttu føroyskar sjúklingar av landinum í fjør

26 flogfør fluttu føroyskar sjúklingar av landinum í fjør
Hetta er nógv tað mesta, sum hevur verið brúkt eitt einstakt ár, hóast korona avmarkaði serviðgerðirnar uttanlands
Tá avtornaði vóru eins nógvir sjúklingar í fjør sum metárið 2019 fluttir av landinum til viðgerðar.. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen) 
 
31.08.2022 - 09:36

Í fjør vóru brúkt 26 leigu- ella sjúkraflutningsflogfør, tá føroyskir sjúklingar fóru av landinum til viðgerðar.

Hetta er nógv tað mesta, sum hevur verið brúkt eitt einstakt ár, hóast korona avmarkaði serviðgerðirnar uttanlands í januar og februar í fjør.

Men tá avtornaði vóru eins nógvir sjúklingar í fjør sum metárið 2019. 

Tað sæst í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarlógini fyri 2021.

 

Seint í 2021 fekk Landssjúkrahúsið endaliga avrokning frá donsku regiónunum fyri viðgerð uttanlands í 2020. 

 

Veruleikakendar rokningar

Miðskeiðis í 2021 byrjaðu donsku regiónirnar aftur at senda veruleikakendar avrokningar í staðin fyri ákonturokningar, sum hava verið sendar síðani fyrst í 2019, sigur Heilsumálaráðið.

Seint í 2021 fekk Landssjúkrahúsið endaliga avrokning fyri viðgerð uttanlands í 2020. Hon var góðar tríggjar milliónir krónur minni enn væntað.

Landssjúkrahúsið hevur strongt á at fáa avrokningar meira rættstundis, sigur Heilsumálaráðið eisini.

Í fjør vóru stívar 134 mió. kr. Brúktar vóru slakar 8 mió. kr. færri, ella stívar 126 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558