Heitt vatn í Kollafirði skal hita bygningar

Heitt vatn í Kollafirði skal hita bygningar
Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjár at brúka heita vatnið til hetta endamálið
Vatnið er 27 stig, og 16 tons renna upp um tíman. (Mynd: Jarðfeingi og Tórshavnar kommuna)
 
02.09.2022 - 08:30

Heita vatnið, sum var funnið í 2014, tá jarðhitaboringar vóru á Lygnnesi í Kollafirði, skal hita bygningar hjá Tórshavnar kommunu.

Vatnið er 27 stig, og 16 tons renna upp um tíman.

Nú skal tað hita kommunalar stovnar við Sjógv. Tað fer at kosta 7,5 mió. kr.

Við Sjógv eru millum annað skúlin, ítróttarhøllin, svimjihylurin og læknaviðtalan.

Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjár at brúka heita vatnið til hetta endamálið.

 

Svarar til 350.000 litrar av olju

Orkan svarar til 350.000 litrar av olju, líka nógv sum Svimjihøllin í Gundadali, Eysturskúlin og Lágagarður brúka um árið í olju til upphiting, upplýsir kommunan.
   
Hóast vatnið verður brúkt til kommunalar bygningar, er framvegis hitaorka tøk til 125 sethús.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið letur eina millión til verkætlanina hjá Tórshavnar kommunu.

Men treytin er, at hon byrjar í seinasta lagi í triðja ársfjórðingi í ár, tað vil siga fyri 1.oktober.

Ein onnur treyt er, at Tórshavnar kommuna eisini letur eina millión krónur til verkætlanina.

Hon, milliónin, var játtað á býráðsfundinum í gjár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961