Ov dýrt at byggja diabetesmiðstøð oman á C-bygningin

Ov dýrt at byggja diabetesmiðstøð oman á C-bygningin
Fíggjarnevndin tekur undir við ætlanini um Steno-miðstøð, men mælir til bíligari staðseting
Fíggjarnevndin heldur, at tað verður ov dýrt at byggja Steno-miðstøðina oman á C-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Mælt verður til bíligari staðseting, møguliga í H-bygninginum.
 
08.09.2022 - 10:12

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum heldur, at ætlanin um at byggja Steno-miðstøð í Føroyum er ov dýr.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur biðið um loyvi at taka móti 121 milliónum krónum frá Novo Nordisk-grunninum.

Peningurin skal brúkast árini 2023 til og við 2032 til at fíggja rakstur og íløgur í samstarvinum um millum annað diabetes millum Novo Nordisk-grunnin og Heilsumálaráðið

Ætlanin er at byggja Steno-miðstøðina oman á verandi C-bygning á Landssjúkrahúsinum.

Tað fer at kosta ov nógv, heldur Fíggjarnevndin.

 

Tekur ikki fíggjarliga orku frá heilsuverkinum

Hon mælir til at finna bíligari staðseting, møguliga í H-bygninginum, og á tann hátt fáa fleiri pengar til viðgerð og gransking.

Fíggjarnevndin tekur annars einmælt undir við uppskotinum við teimum viðmerkingum, sum hon hevur.

Fíggjarnevndin sigur seg hava fingið at vita, at verkætlanin fer ikki taka fíggjarliga orku frá føroyska heilsuverkinum.

Og allar dátur vera verandi ogn hjá føroyingum, sigur Fíggjarnevndin. 

Fíggjarnevndin hevði bara einans fund um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742