Fer ikki at krevja, at svartkjaftur skal landast til matna

Fer ikki at krevja, at svartkjaftur skal landast til matna
Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurngi frá Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni
Árni Skaale er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 
11.09.2022 - 09:42

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ongar ætlanir um, at tað skal vera krav, at ávísur partur av svartkjaftinum skal landast til virkingar á landi.

Árni Skaale hevur svarað Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, sum hevur spurt um málið. 

Árni Skaale sigur, at heldur enn at hava ásetingar um, at ávísur partur av fiskinum skal landast til matna, kann vinnan undir marknaðarbúskaparligum treytum tillaga seg soleiðis, at fiskurin verður landaður til ta framleiðslu, sum kastar mest av sær. 

 

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður.

 

Lítil marknaður

Bæði skip og virki virka svartkjaft til matna ella frystingar. Men gongdin hevur víst, at marknaðurin hevur ikki verið góður fyri vøruna.

Tí er okkurt skip, sum var í vinnuni, selt, og virkini á landi hava í avmarkaðan mun tikið í móti svartkjafti til virkingar ella frysting.

Tó hevur okkurt virki ætlanir um at virka svartkjaft til surimi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334