Mvg frá stroymingartænastum til mentan og list

Mvg frá stroymingartænastum til mentan og list
Verða inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum lagdar aftrat, kann játtanin tvífaldast, sigur Javnaðarflokkurin
Ein kanning vísir, at í minsta lagi 13,5 milliónir kr., sum føroyingar rinda í meirvirðisgjaldi, fara av landinum á hvørjum ári.
 
11.09.2022 - 17:40

Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at heita á landsstýrið um at gera uppskot, um at meirvirðisgjaldið, sum føroyingar rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, verður játtað til film, tónleik, mentan og list í Føroyum.

Ein kanning, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt, vísir, at í minsta lagi 13,5 milliónir kr., sum føroyingar rinda í meirvirðisgjaldi, fara av landinum á hvørjum ári.

Peningurin endar annaðhvørt hjá útlendsku stroymingartænastunum ella í danska statskassanum, heldur enn í landskassanum, har inntøkurnar hoyra heima, sigur Javnaðarflokkurin í viðmerkingum til uppskotið.

 

Tvífalt so stór upphædd

Í løtuni vera játtaðar tilsamans 13,5 milliónir á fíggjarlógini til filmsstuðul og virksemið hjá Mentanargrunninum.

Kom meirvirðisgjaldið fyri stroymingartænasturnar í landskassan, kundi játtanin til filmsstuðul og Mentanargrunnin verið tvífalt so stór, sigur Javnaðarflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið, sum fær fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306