Sølvi Vatnhamar inn á miðvøllin

Sølvi Vatnhamar inn á miðvøllin
Sølvi Vatnhamar kemur inn á miðjuna, Teitur Gestsson stendur í málinum og Heini Vatnsdal avloysir Hørð Askham í miðverjuni. Føroyska liðið er sett
Inni: Sølvi Vatnhamar er aftur á liðnum eftir leikbann
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
25.09.2022 - 18:26

Tríggir nýggir spælarar byrja inni fyri Føroyar í Nations League-dystinum ímóti Turkalandii mun til dystin ímóti litavum hóskvøldið.

Í kvøld spælir Føroyar 4-5-1.

Søvi Vatnhamar, sum var leikbannaður seinast, kemur inn á sentrala miðvøllin fyri Klæmint Andrasson Olsen, sum fer út á beinkin at sita.

Heini Vatnsdal kemur inn í miðverjuna fyri Hørð Askham, og Teitur Matras Gestsson stendur í málinum í staðin fyri Gunnar Nielsen.

Føroyska liðið: Teitur Matras Gestsson; Viljormur Davidsen, Gunnar Vatnhamar, Heini Vatnsdal, Gilli Rólantsson; Meinhard Olsen, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð; Jóan Símun Edmundsson

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542