Bjarni Hammer: Raðfesta Vestmannatunnil fram um Suðuroyartunnil

Bjarni Hammer: Raðfesta Vestmannatunnil fram um Suðuroyartunnil
Bjarni Hammer, løgtingsmaður, er vónbrotin av, at bara sjey mió. kr. eru settar av til at fyrireika Suðuroyartunnilin
Bjarni Hammer er vónbrotin av, at so lítið er sett av á fíggjarlógini til Suðuroyartunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.10.2022 - 18:00

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, er sera vónbrotin av, at tað í fíggjarlógaruppskotinum bert eru settar 7 mió. krónur av til fyrireikingar av Suðuroyartunlinum. 

Hetta er tað sama, sum einki at seta av, heldur suðuroyartingmaðurin.

Hann undrast á at Vestmannatunnilin nú verður raðfestur í staðin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

03102022_Suduroyartunnil

 

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eldri mál er Suðuroyartunnilin

Vit hava biðið um eina viðmerking frá løgmanni, Bárði á Steig Nielsen.

Hann vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið, men vísir aftur, at Vestmanna tunnilin nú brádliga er raðfestur framum Suðuroyartunnilin.

Vestmannatunnilin er eitt nógv eldri mál, enn Suðuroyartunnilin, sigur løgmaður.

Longu í 2005 kom málið um tunnil til Vestmannar í Samferðsluætlanina hjá Landsverki. 

Har stóð, at arbeiðið skuldi byrja í 2018, og tá vórðu fyrstu ferð settar fimm milliónir krónur av til arbeiðið.

Og nú eru so aftur fimm milliónir krónur settar av.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329