Rannvá avloysir Rannvá

Rannvá avloysir Rannvá
Rannvá Sólheim tekur við sum brúkaraumboð 1. november
Rannvá Sólheim, høgrumegin á myndini, tekur við starvinum sum brúkaraumboð eftir Rannvá Ragnarsdóttir 1. november.
Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið  
 
04.10.2022 - 13:38

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur sett Rannvá Sólheim sum nýtt brúkaraumboð.

Rannvá Sólheim er 51 ára gomul, er útbúgvin løgfrøðingur og hevur drúgvar royndir, bæði úr vinnuni og almennu umsitingini.

Rannvá Sólheim starvaðist fleiri ár hjá Føroya Tele og í Dátueftirlitinum, áðrenn hon fór í starv sum løgfrøðingur í Løgtinginum, har hon var í 10 ár.

Seinastu tíðina hevur Rannvá Sólheim verið løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum, og 1. november tekur hon við sum brúkaraumboð eftir Rannvá Ragnarsdóttir.

Hoyr samrøðubrot við Rannvá Sólheim:

 

04102022_Rannva_til_net

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815