- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi tjóðbankastjóri fær nobelvirðisløn í búskapi
Fyrrverandi tjóðbankastjóri fær nobelvirðisløn í búskapi
Ben S. Bernanke var tjóðbankastjóri, tá George W. Bush og Barack Obama vóru forsetar í USA

Ben S. Bernanke, Douglas W. Diamond og Philip H. Dybvig hava fingið nobelheiðurslønina í búskapi í ár.
Mynd: Ritzau Scanpix
10.10.2022 - 14:35
Fyrrverandi tjóðbankastjórin í USA, búskaparfrøðingurin Ben S. Bernanke, fær í ár nobelvirðislønina í búskapi, saman við Douglas W. Diamond og Philip H. Dybvig, sum eisini eru búskaparfrøðingar.
- Teir tríggir hava munandi bøtt um okkara fatan av bankum, tá tað snýr seg teirra leiklut og ávirkan á búskapin, serliga tá fíggjarkreppan herjaði, sigur Kongliga vísindaakademiið m.a. í grundgeving síni, skrivar Ritzau.
Ben S. Bernanke var tjóðbankastjóri bæði tá George W. Bush og Barack Obama vóru forsetar í USA.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























