Hava ikki tikið allan fugl av

Hava ikki tikið allan fugl av
Heimafuglurin á eini trøð í Havnardali, har fuglakrím er staðfest, er avbyrgdur. Fuglurin kann ikki takast av, tí eigarin hevur kærumøguleikar
Djóraeigarar, ið hava heimafugl í sonuni, skulu hava eitt serliga vakið eyga við fuglunum. Og livandi fuglur skal ikki flytast úr økinum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan  
 
10.10.2022 - 18:00

Allur fuglurin, sum heldur til á trøðni í Havnadali, har fuglakrím varð staðfest fyri einari viku síðani, er ikki tikin av enn.

Lars Mohr Nielsen, djóralækni á Heilsufrøðuligu starvsstovuni, sigur, at økið er tryggjað so væl, sum til ber undir verandi umstøðum.

Hetta merkir millum annað, at allur fuglurin nú er avbyrgdur, antin undir taki ella stikaður inni.

Spurdur, hví allur fuglurin á økinum ikki er dripin, sum annars er vanligt, tá fuglakrím verður staðfest í einum ávísum øki, sigur Lars Mohr Nielsen, at eigarin av økinum hevur ávísar kærumøguleikar, og at hesir møguleikar kunnu troytast, áðrenn Heilsfrøðiliga starvsstovan kann koma við nøkrum kravboðum.


Lars Mohr Nielsen, djóralækni. (Mynd: Djóralæknatænastan á Facebook)

 

Hønur, gæs, dunnur og dúgvur

Á trøðni við Havnará skamt vestan fyri nýggju brúnna út á Argir, hevur eigarin havt hønur, gæs, dunnur og dúgvur. Tað vóru serliga hønurnar, sum vórðu raktar av fuglakrími. 23 av 25 hønum lógu brádliga deyðar. Tær báðar í flokkinum, ið vóru á lívi, blivu síðani dripnar. Eisini doyðu tríggjar gæs.

Allur hin fuglurin á økinum er enn á lívi.

Samanborið við annan fugl á trøðni, so flúgva dúgvurnar, og Lars Mohr Nielsen útilokar ikki, at tær kunnu vera komnar við smittuni. Tað er tó meira sannlíkt, at tað er villur fuglur, eitt nú grágás, sum hevur sett seg eina løtu, og hevur smittað við skarninum, sigur hann. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595