Hondbóltur: Føroyar vitja Ukraina í Týsklandi

Hondbóltur: Føroyar vitja Ukraina í Týsklandi
Í kvøld spælir føroyska hondbóltslandsliðið við monnum sín fyrsta EM-undankappingardyst í hesum umfarinum. Ukraina er mótstøðulið á týskari jørð
Pauli Mittún í U20-endaspæli í Portugal í summar
 
12.10.2022 - 13:16

Tað verður eitt føroyskt landslið uttan størsta spælaran, sum vitjar Ukraina í EM-undankappingardysti í kvøld.

Elias Ellefsen á Skipagøtu er skurðviðgjørdur fyri knæskaða, og IK Sävehof-spælskiparin verður neyvan aftur á vøllinum fyrrenn í februar næsta ár.

Hinvegin er systkinabarnið, 17 ára gamli Óli Mittún, sum síðan í summar eisini hevur spælt í gula og svørta Sävehof-búnanum, í A-landsliðshópinum fyri fyrstu ferð.

Ukrainar í útlegd

Ukrainska landsliðið mátti stinga í sekkin í mars, tá russiska innrásin í Ukraina byrjaði. Leiðin gekk til Týsklands, har meginparturin av spælarunum hava hildið til síðan.

Seinni fekk ukrainska hondbóltsfelagið HC Motor Zaporizhziha, ið, sum navnið eisini sigur, liggur í einum av stóru stríðsøkjunum í Ukraina, pláss í næstbestu týsku hondbóltsdeildini. Har skal felagið, sum er mannað við fleiri av spælarunum í ukrainska landsliðshópinum, spæla hetta kappingarárið.

Dysturin í kvøld verður eisini í Týsklandi. Spælt verður á heimavøllinum hjá týska liðnum TV Grosswallstadt, sum spælir í næstbestu týsku hondbóltsdeildini. 

Sætta ferðin

Føroyar og Ukraina hava spælt fimm dystir ímóti hvørjum øðrum síðan 2018, og føroysku landsliðsspælararnir máttu smílast, tá teir bláu og gulu aftur komu úr bollanum saman við Føroyum, tá lutakastið var í mars.

Hvørja ferð hava ukrainar vunnið, men tvær ferðir -  seinast á heimavølli fyri hálvum øðrum ári síðan - hevur bert eitt mál verið á muni. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19, og Kringvarpið sendir beinleiðis frá klokkan 18.50.

Føroyski hópurin: 

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, JS Cherbourg (FRA)

Útileikarar:
Leivur Mortensen, Ajax København (DK)
Rói Berg Hansen, HØJ (DK)
Peter Krogh, H71 (FO)
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DK)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SV)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DK)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DK)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ÍSL)
Rókur Akralíð, Århus HC (DK)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609