Valdekningurin í Kringvarpi Føroya byrjar í morgin

bannari
Valdekningurin í Kringvarpi Føroya byrjar í morgin
Fólkatingsvalið í Føroyum verður mánadagin 31. oktober, og í morgin, hósdagin 13. oktober, byrjar valdekningurin í Kringvarpinum
Skráin fyri valdekningin í Kringvarpi Føroya er nú klár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.10.2022 - 18:00

Valfepurin hækkar alsamt, og valdekningurin í Kringvarpi Føroya fer av bakkastokki í morgin. 

Byrjað verður við Andglettinum, sum verður sendur í útvarpinum klokkan 10 og eisini stroymdur á heimasíðuni og at síggja í sjónvarpinum.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Tveir vertir tráspyrja tvey valevni hvørja ferð.

Fyrsti flokkur í Andglettinum er Framsókn.

 

Veljarafundir kring landið

Umframt Andglettin, so fer Kringvarpið eisini kring landið at halda veljarafundir. 

Valdekningurin verður skipaður soleiðis, at aðru hvørja ferð er tað Andglettur og aðru hvørja ferð veljarafundur.

Veljarafundirnir byrja í SMS nú fríggjadagin 14. oktober. Síðan verður farið út á miðnámsskúlarnar.

Veljarafundirnir byrja klokkan 10 í útvarpinum, og teir verða eisini stroymdir eins og Andgletturin.

 

Stóri veljarafundurin í Løkshøll

Sunnukvøldið 30. oktober, ein dag undan valinum, verður stórur veljarafundur í Løkshøll. Hetta er ein størri sjónvarpsframleiða, har fleiri valevni sleppa framat. Tann fundurin varar í umleið tveir tímar og verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum.

Tann stóri dagurin er mánadagurin 31. oktober, valdagurin. Tá fylgja vit við í sjónvarpsstovuni, har vit hava tveir vertir og viðmerkjara. Vit fara eisini at gera innsløg kring landið. Vit halda á, til valúrslitið fyriliggur.

 

Skráin fyri valdekningin í Kringvarpi Føroya:

  • Hósdag 13. oktober: Framsókn í Andglettinum
  • Fríggjadag 14. oktober: Veljarafundur, SMS í Havn
     
  • Mánadag 17. oktober: Javnaðarflokkurin í Andglettinum
  • Týsdag 18. oktober: Veljarafundur, Miðnám í Suðri
  • Mikudag 19. oktober: Fólkaflokkurin í Andglettinum
  • Hósdag 20. oktober: Veljarafundur, Miðnám á Kambsdali
  • Fríggjadag 21. oktober: Tjóðveldi í Andglettinum
     
  • Mánadag 24. oktober: Veljarafundur, Miðnám í Vestmanna
  • Týsdag 25. oktober: Miðflokkurin í Andglettinum
  • Mikudag 26. oktober: Veljarafundur, Tekniski Skúli í Klaksvík
  • Hósdag 27. oktober: Sambandsflokkurin í Andglettinum
  • Fríggjadag 28. oktober: Veljarafundur, Glasir í Havn
     
  • Sunnudagur 30. oktober: Stórur veljarafundur í Løkshøll í Runavík.
  • Mánadagur 31. oktober: Fólkatingsval í Føroyum

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744