Brellbiti: Sofía og djórini

Brellbiti: Sofía og djórini
Sofía Thorsvig Kajsdóttir rýmdi heim aftur til Føroya, tá korona brast á. Nú hevur hon funnið friðin í Elduvík, har hon hevur fingið sær ein djóragarð
Einar 100 metrar frá bygdini liggur trøðin, har flestu djórini hjá Sofíu halda til.
Mynd: Skíggjamynd úr sendingini Sofía og djórini.  
 
20.10.2022 - 14:12

Á einari trøð í Elduvík er ein barnagarður. Ella tað verður innhegnaða stykkið kallað, har høsnarungarnir hjá Sofíu halda til, meðan hon arbeiðir úti.

Uttan fyri barnagarðin gongur gásasteggin hjá Sofíu á varðhaldi, so høsnarungarnir ikki verða tiknir av rovfugli. 

Á trøðni eru eisini høsnahús til hønurnar, dunnugarður til dunnurnar, og eisini halda kalkunir og gæs til á bønum. Og Sofía eigur tey øll. 

 

Røturnar hálaðu hana til Elduvíkar

Sofía býr í húsunum hjá pápa sínum í Elduvík. Har býr hon sjálv, og tað hóvar henni væl. Her fær hon passað seg sjálva í friði og náðum. 

Tað var ikki altíð soleiðis. Sum ung hevur hon búð bæði í Danmark og í Australia. Eisini hevur hon búð í fleiri bygdum og býum í Føroyum. Men røturnar drógu hana til Elduvíkar. Og har fann hon ta friðsælu, sum henni hevur longst eftir. 

Kortini er hon ikki heilt einsamøll. Tí Sofía hevur djórini. Í húsinum búgva eisini hundurin, kettan, skeggdrekin, høsnarungar og fuglarnir.

 

Sofia_v8_REYP_minus_grafikk

 

At vera einabúgvi, er akkurát nakað fyri Sofíu. Tí, sum hon sjálv sigur, so hevur hon ikki sama tørv á sosialari samveru, sum onnur kanska hava.

Og tí passar náttúrukenda lívið í Elduvík saman við djórunum henni væl. 

- Eg dugi ikki at relatera til fólk sum eitt vanligt fólk. Djór eru nógv simplari. Tey lúgva ikki, sigur Sofía. 

Sendingin um Sofíu og djórini verður í sjónvarpinum í kvøld eftir Dag og viku.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672