- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skattalistar liggja frammi
Skattalistar liggja frammi
Fleiri kommunur lýsa nú við, at skattalistarnir liggja frammi, so øll kunnu eftirkanna skattskyldugu inntøkurnar hjá sær sjálvum ella øðrum.

06.11.2022 - 22:45
Hetta er tann tíðin, tá ið skattalistarnir fyri árið 2021 liggja frammi til alment eftirlit hjá teimum ymsu kommununum kring landið.
Hvørt ár verður listin yvir skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi, bæði einstaklingum og fyritøkum, lagdur fram til alment eftirlit.
Har ber til at síggja, um skattaálíkningin hjá einum sjálvum ella øðrum ikki er røtt.
Gerast fólk varug við skeiva álíkning, hava tey møguleika at kæra um hetta til økisskrivstovuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























