Føroysk tónlistanøvn gjørdu vart við seg á Iceland Airwaves

Føroysk tónlistanøvn gjørdu vart við seg á Iceland Airwaves
Um vikuskiftið luttóku fimm føroysk tónlistanøvn á kenda Iceland Airwaves-tónleikafestivalinum í Reykjavík, og tey gjørdu veruliga vart við seg
Blaðungi føroyski rapparin, Marius DC, hugtók ummælarar á Iceland Airwaves
Mynd: Odysseas Chloridis  
 
07.11.2022 - 15:25

"Tey fimm føroysku tónlistanøvnini hava sett eitt greitt fótafar eftir sær á ársins Iceland Airwaves, bæði hvør sær og sum ein føroysk eind." 

Soleiðis skrivar Faroese Music Export, FMX, í tíðindaskrivi eftir ársins Icelands Airwaves-tónleikafestivalu yvir vikuskiftið. 


Brimheim / Mynd: Odysseas Chloridis

 

Marius DC, Guðrið Hansdóttir, Brimheim, Janus Rasmussen og Koboykex vóru tey fimm føroysku umboðini á Iceland Airwaves, sum eisini er met fyri føroyska luttøku á kenda íslendska bransjufestivalinum. 


Guðrið Hansdóttir / Mynd: Odysseas Chloridis

 

Føroysku nøvnini spældu eina felagskonsert fríggjavkvøldið á Iðnó, umframt at tey spældu eina konsert hvør í almennu skránni hjá Iceland Airways annaðhvørt hósdagin ella leygardagin. 


Kóboykex / Mynd: Odysseas Chloridis

 

Høvdu ikki væntað so nógv fólk

Eitt nú spældi Kóboykex fyri fullum sali bæði fríggjakvøldið í Iðnó og í Gaukurinn leygarkvøldið. 

"Tað var fantastiskt. Vit í Kóboykex væntaðu ikki, at tað kundi ganga so mikið væl. Longu áðrenn konsertirnar hevði BrooklynVegan og Paste Magazine skrivað um bólkin. Tveir risamiðlar í tónleikaídnaðinum. Onkur nevndi eisini at Clash Magazine, Dork Magazine, Rolling Stone, og NME vóru til konsertina," siga Sigmund Zachariasen og Heiðrikur á Heygum væl nøgdir. 


Marius DC / Mynd: Odysseas Chloridis

 

"Tiny baby rapper" hugtók

Marius DC stóð seg serliga væl undir Iceland Airwaves og fekk fleiri jalig ummæli, eitt nú frá Reykjavik Grapevine. 

"And let me tell you, Mr Motherfucking Marius DC did not disappoint. Bounding all over the stage with unbelievable energy (he is, of course, only 18. He still has energy), Marius ended his first song by bellowing, “WHAT THE FUCK IS UP, REYKJAVíííííK?” Holy shit, I don’t think I’ve had so much fun at a gig in a long time. Don’t get me wrong, Marius is a tiny baby rapper, full of youthful cringe and naivety. But regardless of his juvenility or anything else, he is undeniably an incredible entertainer and performer, the like of which I rarely come across." (Reykjavik Grapevine)

 


Marius DC / Mynd: Odysseas Chloridis

 

18 ára gamli Mariuc Dam Christophersen var sjálvur sera væl nøgdur við luttøkuna á Iceland Airways. 

"Fríggjakvøldið í Iðnó var tann besta konsertin hjá mær nakrantíð. Iceland Airwaves hevur verið ómetaliga spennandi fyri meg og bólkin. Tvær fantastiskar konsertir, og so hava vit fingið hópin av nýggjum sambondum."


Janus Rasmussen / Mynd: Odysseas Chloridis

 

Jaligar ringvirkningar

Glenn Larsen, leiðari í FMX, er sannførdur um, at luttøkan í Iceland Airwaves fer at hava jaligar ringvirkningar fyri føroyskan tónleik. 

"Øll fimm tónlistanøvnini stóðu seg væl, og áhugin, vit fingu frá altjóða umboðsfólkunum, tíðindafólkum og almenninginum var betri enn vit høvdu tora at vónað."

Umframt konsertirnar hjá føroysku nøvnunum, so luttóku umboð í pallborðsfundum í høvuðsrúminum í Hørpuni fríggjamorgun, umframt at FMX og Marius DC eisini vóru við í podcastinum hjá Iceland Airways leygardagin. 

Harumframt hevði FMX eisini eina móttøku saman við G! fríggjadagin, har nógv bransju- og tíðindafólk vóru á gátt.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982