Christian fer frá sum formaður og stillar ikki uppaftur

Christian fer frá sum formaður og stillar ikki uppaftur
Christian Andreasen sigur, at uppstillingin hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið var gjørd móti síni tilráðing
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2022 - 09:09

Christian Andreasen gevst sum formaður í Fólkaflokkinum, og hann stillar ikki uppaftur til løgtingsvalið 8. desember.

Christian Andreasen sigur soleiðis í tíðindaskrivi fyri løtu síðani:

 

"Sum øllum kunnugt, fekk Fólkaflokkurin eitt vánaligt val á seinasta fólkatingsvali.

Orsakirnar til hesa afturgongd er helst fleiri, men serliga var tað uppstillingin hjá flokkinum, sum bleiv gjørd móti míni tilráðing.

Mín persónliga undirtøka millum veljarar floksins á fólkatingsvalinum gjørdist eisini minni, bæði í mun til seinasta fólkatingsval og í mun til seinasta løgtingsval, hóast eg fyri kortum bleiv valdur til formann fyri flokkin.

Afturat hesum kemur, at eg ikki havi neyðugu breiðu undirtøkuna í tingbóklinum, millum annað til at fremja tær broytingar, sum eg meti vera neyðugar fyri flokkin.

Tá soleiðis er, meti eg ikki, at eg eri tann rætti persónurin at standa á odda fyri flokkinum. At standa á odda fyri flokkinum krevst ein persónur, sum flokkurin og serliga tingmanningin kann savna seg um.

Eg havi tí tikið avgerð um at fara frá sum formaður fyri Fólkaflokkin. Samstundis skal eg boða frá, at eg ikki stilli upp aftur til næsta løgtingsval.

Eg fari sostatt úr politikki og fari aftur at virka sum advokatur fulla tíð.

Eg fari at takka øllum teimum mongu, sum hava veitt mær stuðul seinastu árini.

Eg fari at ynskja flokkinum bestu eydnu í valstríðnum og eitt gott val."

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609